TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var Rás2 gjørdi við formannin í KÍ, Tummas Lervig.
Í fjør var KÍ eitt stig frá at vinna FM, og í ár var KÍ seks mál frá at vinna FM. Tummas Lervig kann staðfesta, at lítið hevur manglað í hjá KÍ, og nú verður arbeitt við, at seinasta stigið skal takast fyri at FM-gullið, sum ikki hevur verið í Klaksvík síðani 1999 skal finna vegin heimaftur.
Tummas Lervig heldur, at silvur í effodeildini og bronsa í 1. deild er eitt góðkent kappingarár, men tað var eitt afturstig at missa meistaraheitið í bestu kvinnudeildini aftaná 17 ár við FM-gulli.
Verjuskansin og liðskiparin, Jonas Flindt Rasmussen gevst í felagnum, og Tummas Lervig slær fast, at fryntligi danskarin hevur verið ein stórur fongur fyri KÍ hesi farnu fýra kappingarárini.
KÍ hevur ársveitslu í kvøld.