Nú verður tað loksins, at kirkjugarðurin í Hoyvík skal gerast liðugur. Tað hevur Tórshavnar Býráð nú samtykt
Tað eru nógv ár síðani at málið tók seg upp um at ger ein kirkugarð í Hoyvík. Í nógv ár varð togast aftur og fram, og tá ið semja varð fingin um tað, varð farið undir fyrsta byggistig fyri trimum árum síðani.
Tað er meiri enn eitt ár síðani at tann parturin var liðugur, hevur arbeiðið ligið stilt, men býráðið hevur nú samtykt at taka tað upp aftur soleiðis at kirkjugarðurin verður liðugur.
Tað, sum manglar at gera er vegurin til kirkjugarðin, parkeringsøkið, kantsteinar, asfaltering, uppstriking, gøtur, gøtuljós, garður, portur, kloakk og rør, skúr til gravara, vollar, og annað.
Mett verður at hetta arbeiðið tekur út ímóti einum ári at gera og nú hevur býráðið so játtað 8,5 milliónir til endamálið.
Í løtuni eru um leið 350 gravir klárar at jarða lík í í dag, men tey í býráðnum halda, at tað er óvirðiligt at taka kirkjugarðin í brúk fyrr enn hann er ordiliga liðugur. Og tað verður hann um eitt ár og tá sleppa hoyvíkingar so frá at fara alla ta longu leiðina út á Velbastaðvegin fyri at sleppa í jørðina.