Í næstu viku verður klárt at ganga í land av Smyrli

Eftir ætlan verða nýggja farstøðin í Suðuroy og landgongdin í Havn, verða liðug í næstu viku

Suðuroyarsigling 
 
Nú fáa ferðafólk við Smyrli munandi betri umstøður.
Gongst sum ætlað, verður nýggja farstøðin á samferðskuhavnini á Krambatanga, liðug í næstu viku og tá verður hon tikin í nýtslu.
Tað er annars nakað síðani, at Farstøðin varð handað eigaranum, men enn eru kortini nakrir snøklar eftir at gera.
Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki, sum er byggiharri, sigur, at hann væntar at alt arbeiðið verður liðugt í næstu viku og tá verður hon tikin í nýtslu.
Samstundis verður nýggja landgongdin í Havn liðug og sostatt fer tá at bera til hjá ferðafólki, sum eru til gongu, at koma umborð á Smyril og fara í land, í erva, uttan at noyðast allan vegin niður á biladekki.
Tað hevur annars ljóðað, at farstøðin í Suðuroy var liðug fyri langari tíð síðani, men at hon skuldi ikki takast í nýtslu, fyrrenn landgongdin í Havn eisini var liðug.
Strandferðslan váttar eisini, at báðar skulu takast í nýtslu ísenn, tí hildið verður ikki, at tað er rímiligt, at fólk skulu annan vegin í erva og hin vegin eftir biladekkinum.
Men tað er ikki av hesari orsøk, at Farstøðin í Suðuroy ikki er tikin í nýtslu enn.
Orsøkin er, at tað eru onkrir snøklar, sum ikki eru gjørdir, men gongst, sum ætlað, verður tað nú, sigur Oyvindur Brimnes
Í farstøðini í Suðuroy er tað, sum hoyrir til eina nýmótans farstøð, eisini lyfta og kunningardiskur og hon hevur kosta fimm mlliónir at bygt