Næstyngsti tingmaður fyllir 25 ár í dag

Hóast tingmaður fyllir 25 ár í dag, so eitt tingfólk, ið er yngri. Tilsamans hava vit bara valt 10 fólk á ting, sum eru 25 ár ella yngri, síðani 1948

Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður, sum hevur sæti fyri Jenis av Rana, landsstýrismann, fyllir 25 ár í dag.

Hóast tað er ungur aldur at sita á tingi, so eitt annað tingfólk, sum er yngri enn Steffan Klein Poulsen.

Yngsti tingmaður er Beinir Johannesen úr Fólkaflokkinum, sum var 22 ára gamal, tá hann varð valdur á ting 31. august í 2019 – enntá sum fyrst valdi tingmaður. Hann fekk flestar atkvøður og valdur fyri størsta flokk. Hann tók tá 74 ára gamla metið hjá Jákup í Jákupsstovu, sum varð valdur á ting fyri Javnaðarflokkin í 1945, tá hann var 22 ára gamal.

Á valinum í 2019 vóru tvey onnur fólk vald, sum vóru 25 ár ella yngri. Tey vóru Hervør Pálsdóttir úr Tjóðveldi, sum tá var 23 ára gomul og Bjarni Kárason Petersen úr Framsókn, sum tá var 25 ára gamal.

Steffan Klein Poulsen gjørdist nummar trý á listanum hjá Miðflokkinum á valinium í 2019. Hann fekk 243 persónligar atkvøður. Framman fyri hann vóru Jenis av Rana við 471 atkvøðum og Bill Justinussen við 371. Tá Jenis av Rana fór í landsstýrið, mátti hann, so sum stýrisskipanarlógin ásetir, leggja tingsessin frá sær. Tí fall tað í lut hjá Steffani Klein Poulsen at taka sæti fyri Jenis av Rana. Hann verður tingmaður, so leingi Jenis av Rana situr í landsstýrinum.

Síðani heimastýrislógina í 1948 eru bara 10 fólk vald á ting, sum hava verið 25 ár ella yngri:

1. Djóni í Geil, 25 ár, valdur í 1954

2. Jákup Lindenskov, 25 ár, valdur fyrstu ferð í 1958

3. Finnbogi Ísakson, 23 ár, valdur fyrstu ferð í 1966

4. Signar á Brúnni, 25 ár, valdur fyrstu ferð í 1970

5. Heðin M. Klein, 24 ár, valdur fyrru ferð í 1974

6. Jørgen Niclasen, 25 ár, valdur fyrstu ferð í 1994

7. Hanus Samró, 23 ár, valdur í 2011

8. Beinir Johannesen, 22 ár, valdur í 2019

9. Hervør Pálsdóttir, 23 ár, vald í 2019

10. Bjarni K. Petersen, 25 ár, valdur í 2019