Tað hevur verið brek á rampanum hjá Teistanum í Skopun síðan tíðliga seinnapartin í gjár. Hetta førdi til, at Teistin slapp ikki frá bryggju í fleiri tímar, og tí røkti Jósup siglingina um Skopunarfjørð seinnapartin í gjár og til nakað út á kvøldið, til Teistin var leysur aftur og kundi sigla.
Í morgun, tá Teistin fór úr Skopun klokkan 06.45, tók skipið bert ferðafólk, sum gingu inn gjøgnum eina smogu í stýriborðssíðu. Men, rampin var tá ikki klárur, og tí tók strandfaraskipið hvørki bilar og farm, men bert ferðafólk.
Men, tá skipið kom á Gomlurætt umleið klokkan 07.15 og gjørdi klárt til at fara í Sandoynna aftur - á fyrsta túri av Gomlurætt í morgun - koyrdu bilar umborð aftur. Tað merkir, at arbeiðið, sum gjørt er við rampan í Skopun síðan seint í gjár, antin er liðugt - ella er um at verða liðugt.
At síggja til gekk tað rímiliga væl hjá Jósupi at flyta ferðafólk um Skopunarfjørð seinnapartin gjár og í gjárkvøldið, men báturin tekur bert knappliga 50 ferðafólk á vetrardegi. Tí sluppu ikki øll við allar túrarnar seinnapartin í gjár, og nøkur noyddust tískil at bíða til túrin eftir.
Tað var kalt í veðrinum í gjár, og hóast Jósup siglir skjótt og brúkar helvtina minni tíð um Skopunarfjørð, enn Teistin ger, so tóktist tað kalt hjá ferðafólki, sum stóðu eftir, at bíða ein túr á bryggjuni á Gomlurætt.
##med2##
##med3##