Nýtt ráð skal gera Havnina meiri spennandi

Tórshavnar Kommuna skal verða kend sum ein kommuna við livandi list og serstøkum plássum

Tórshavnar kommuna skal nú hava eitt serligt listaráð, sum skal ráðgeva býráðið um list á almennum plássum í kommununi við standmyndum, o.s.fr. Tað varð samtykt á býráðsfundi í gjárkvøldið.

 

Frammanundan hevur Tórshavnar Býráð ein listabólk, sum hevur eina avmarkaða uppgáva. Eitt nú skal bólkurin taka støðu, tá í býráðið skal myndprýða skúlar, og annað.

 

Men Listaráðið skal hava eitt meiri umfatandi endamál, tí meiningin við tí er at geva Tórshavnar kommuna ein greiðan listaprofil og ein estetiskum samleika. 

 

Tórshavnar Kommuna vil nevniliga verða kend sum ein kommuna við livandi list og serstøkum býarrúmum, ið kunnu stuðla undir hugsjónini høvuðsstaðin, nevniliga, at hann skal vera virkin og vakin. 

 

Listaráðið verður ráðgevandi, og felagið Føroysk Myndlistafólk, felagið Lisa og Arkitektafelagið velja hvønn sín lim í ráðið. Býráðið velur so tveir limir, har býararkitekturin er annar.

 

Tað var bara meirilutin í býráðnum, sum atkvøddi fyri hesum. Helena Dam á Neystabø, býráðslimur fyri Javnaðarflokin, vísti á, at býráðið hevur longu ein listabólk, og er tað ikki nokk, ber til at seta fleiri limir í hann. Tí skilur hon ikki, hví tað er neyðugt at stovna eitt nýtt ráð afturat, tí tað hevur nakrar útreiðslur við sær.