Raindrops nevnist fyrsta staklagið frá komandi stakfløguni hjá Dánjali (á Neystabø)
Sangirnir verða sleptir út á netið so líðandi. 1. oktober kemur sjálv fløgan út.
Hetta er fysta útgáva Dánjals, síðani sera nógv róstu og 6-faldu Danish Music Awards nomineraðu fløguna The Bubble, sum kom í sølubúðirnar í 2012. Ein útgáva sum veruliga setti Dánjal á Europakortið. Seinasta árið hevur Dánjal spælt sera nógv, bæði á stórum festivalum og pallum kring Europa.
Í løtuni eru summarfestivalar á skránni, og Dánjal hevur spælt á festivalum í Noregi, Svøríki, Kekkia og í Danmark.
Dánjal verður eisini at hoyra á G! í ár.
Staklagið kann hoyrast og síggjast á YouTube slóðini undir greinini.