Nú verður leitað við luppi

- Hetta eru kvalifiseraðar metingar, sum byggja á alt tað kanningararbeiðið, sum higartil er gjørt, sigur kanningarleiðarin, Tommy Brøske, við NRK í dag.

 

Í dag sigur kanningarleiðarin í gátuføra málinum um horvnu norsku ríkmanskonuna, 69 ára gomlu, Anne-Elisabeth Hagen, at løgreglan nú fer at gera nýggjar royndir við grundarlagi í øllum tí kanningararbeiði, sum higartil er gjørt.

Tommy Brøske sigur við norska ríkisútvarpið NRK, at leitanin eftir ríkmanskonuni er tað, sum liggur fremst í tíðini sum kemur, og framvegis eru umleið 35 fólk við í arbeiðnum at loysa málið, sum byrjaði hin 31. oktober í 2018, tá konan hvarv.

Kanningarleiðarin vísir á, at upplýsingar, sum løgreglan hevur savnað hesar 14 mánaðirnar, nú liggja til grunds fyri nýggjum og "mer spissede søk", sum Tommy Brøske tekur til. 

##med2##

Áður hevur verið leitað eftir Anne-Eisabeth Hagen í Langvannet, sum liggur beint við húsini hjá familjuni í Lørenskog, og Tommy Brøske sigur, at nú fer at verða leitað á fleiri støðum, har bæði vøtn og øki á landi verða gjølliga kannað.

- Hetta eru kvalifiseraðar metingar, sum byggja á alt tað kanningararbeiðið, sum higartil er gjørt, sigur kanningarleiðarin við NRK í dag.

Anne-Elisabeth Hagen er gift miljarderinum, Tom Hagen, og tað var, meðan hann var til arbeiðis um morgunin hin 31. oktober í 2018, at kona hansara hvarv úr heiminum. Seinasta lívstekin til hennara er ein telefonsamrøða við onkran í familjuni henda morgun.

Hóast ómetaliga nógv orka hevur verið løgd í hetta mál, stendur norska løgreglan framvegis uttan avgerandi gjøgnumbrot, sum tey sjálvi rópa tað. Hetta mál er eitt hitt mest umrødda kriminalmálið í Noregi nakrantíð.

- Vit hava áður sagt, at tað er lítið hugsandi, at vit nú leita eftir einum livandi persóni, tí tíðin er vorðin so long, síðan Anne-Elisabeth Hagen hvarv. Eingi prógv eru um, at konan er á lívi, men tað er heldur eingi prógv um, at hon er deyð, sigur Tommy Brøske.

##med3##