Næmingar av bygd fáa einki kamar

Eg havi starvast her í 10 ár, men tað hava ongantíð verið so nógv á bíðilista sum í ár, sigur skrivstovukvinna á Føroya Handilsskúla, sum hevur við »Næmingaheimið undir Fjalli« at gera. 40 standa á bíðilista til hetta næmingaheimið

Tað hoyrdist, at tað vóru næmingar av Argjum og úr Havn sum løgdust á kømurini á »Næmingaheiminum undir Fjalli«, men tað er ikki heilt satt.

Næmingarnir fluttu út frá foreldrunum fyri at fáa meiri stuðul, hoyrdist, men um so er, hava teir ikki yvirtikið »Næmingaheimið undir Fjalli« hjá Føroya Handilsskúla, tí av teimum 36 næmingunum sum búgva har, er 1 av Argjum og 1 úr Havn.


Fyrimun

Men tað er rættiliga trupult at fáa kamar í høvuðsstaðnum hjá næmingum av bygd sum eru slopnir inn á skúlar í Havn.

Og tó at tað í brøvunum stendur at næmingar úr Vágunum, Suðuroy, Nólsoy og Sandoy hava forrætt at sleppa á hesi ymisku heimini, er tað sera avmarkað við plássi, tá talið av umsóknum bara økist, og tá næmingar úr høvuðsstaðarøkinum fáa nøkur kømur tilsamans.


10 í fjør

? Eg havi starvast her í 10 ár, men tað hava ongantíð verið so nógv á bíðilista sum í ár, sigur skrivstovukvinna á Føroya Handilsskúla, sum hevur við »Næmingaheimið undir Fjalli« at gera, og nevnir, at í fjør vóru bert eini 10 á bíðilista, meðan 40 standa á bíðilista í ár.

Handilsskúlin hevur víst á onnur heim, eitt nú Skúlaheimið á Tekniska skúla, men har er eisini sera torført at fáa nakað kamar.