Vit hjá Menta leita eftir einum grannskoðaranæmingi sum elskar at arbeiða við tølum og menniskjum.
Hetta er heilt vist tú, um tú...
• Hevur áhuga í grannskoðanar- og roknskapararbeiði
• Hevur arbeiðssemi, áhuga og gávur at læra
• Ynskir góðar útbúgvingar møguleikar og ert til reiðar at fara undir HD-lesnað.
• Ynskir góðar møguleikar fyri víðari lesnaði
• Ert fyrikomandi og hevur lætt lyndi
Krav:
Gymnasialt miðnám ella viðkomandi útbúgving.
Send okkum eina umsókn við viðkomandi prógvum og upplýsingum um útbúgving og royndir skjótast gjørligt.
Nærri upplýsingar um starvið, fáast við at venda sær til Fríðu Óladóttir Poulsen á tel 780908 ella frida(at)menta.fo
Lærutíðin er á leið 3 ár, og starvið verður at seta í heyst (eftir nærri avtalu).
Allir fyrispurningar og umsóknir verða viðgjørd í trúnaði.
Umsóknarfreistin er 31. mai 2022.
Um okkum:
Menta Spf. er eitt skrásett grannskoðanarvirki við 35 ára royndum innan grannskoðan, roknskap og fíggjarligari ráðgeving