Næstan 1.900 fleiri mannfólk enn konufólk

Munurin er eitt sindur størri nú, enn hann var fyri stuttum

Sum vit hava skrivað, veksur fólkatalið í Føroyum alsamt og nú eru vit 53.567 fólk í Føroyum. Men kynsbýtið er ikki so javnt, tí tað eru nógv fleiri mannfólk í Føroyum enn tað eru konufólk.

 

Tað er ein gomul sannroynd, at tað eru 2.000 kvinnur færri í Føroyum enn tað eru menn og tann nýggjasta uppgerðin hjá Hagstovuni mestsum váttar hendan veruleika.

 

Seinasta uppgerðin hjá Hagstovuni vísir, at 1. august búðu tað 25.842 konufólk í Føroyum og sostatt eru 1.883 konufólk færri í Føroyum enn tað eru mannfólk, tí tey eru 27.725 í tali. Tað merkir, at 51,8 prosent av føroyinum, mannfólk og 48,2 prosent er konufólk.

 

Munurin hevur verið rættiliga støðugur í nógv ár, men fyri fyri einum fimm árum síðani vóru ábendingar um, at munurin fór at minka, tí í desember í 2017 vóru 51,5 prosent av føroyingum, mannfólk og 48,5 prosent vóru konufólk, men síðani er munurin vaksin eitt sindur aftur.

 

Men fyri einum mansaldri síðani, í september í 1986, stóð upp aftur verri til, tí tá vóru bara 47,7 prosent av Føroya fólki, kvinnur og 52,3 prosent vóru menn og tað er størsti kynsmunurin, sum hevur verið í Føroyum seinastu 35 árini.