Næstan allur vøksturin er í miðstaðarøkinum

Fólkatalið í Føroyum heldur fram at veksa

Fólkatalið í Føroyum heldur fram at veksa og 1. mai búðu 53.305 fólk í Føroyum. Tað vísir tann nýggjasta uppgerðin hjá Hagstovuni. Hetta seinasta árið er fólkatalið sostatt vaksið 863 fólk, ella 1,6 prosent.

 

Bara síðani ársskiftið er fólkatalið vaksið 380 fólkum og orsøkin til vøksturin er bæði tað, at nógv fleiri fólk flyta til Føroya enn tað flyta úr Føroyum, umframt at nógv fleiri børn verða fødd enn tað eru fólk, sum doyggja.

 

Í apríl mánað í ár fluttu 111 fólk til Føroya og 57 fluttu úr Føroyum. Hetta gav eina nettoflyting á 54 fólk, og tað er 23  fólk fleiri enn í apríl í fjør, tí tá fluttu 80 til Føroya og 49 úr Føroyum. Í apríl í ár vórðu 17 fleiri børn fødd enn tað vóru fólk, sum doyðu.

 

Hagstovan sigur, at verður hugt eftir talinum, eru tað tær stóru kommunurnar, har tað er landfast, sum fara við nógv tí størsta vøkstrinum. Sostatt fóru Havnin, Klaksvík,, Runavík, Eysturkommuna og Nes kommuna við 79  prosentum av vøkstrinum.