Næstan helvtin av Føroya fólki fingið fyrra prikið

Nú hava 46,4 prosent fingið fyrru koppsetingina

Hósdagin vórðu 915 fólk koppsett. 848 fólk fingu fyrra prikið og 67 fólk fingu seinna prikið.

 

Nú hava 24.717 fólk fingið fyrru koppsetingina, tað svarar til 46,4% av fólkatalinum. 14.442 fólk hava fingið seinnu koppsetingina, tað svarar til 27,1% av fólkatalinum, og eru liðugt koppsett.

 

Tilsamans 39.159 kopppsetingar eru gjørdar í Føroyum.