Í dag verður 21. umfar í ársins landskapping. Síðani í summar, tá ið feløgini vóru upptikin av europeisku avbjóðingunum, hevur støðutalvan verið skeiklað á tann hátt, at KÍ og B36 hava spælt ein dyst færri enn hini feløgini.
Hóskvøldið var B36 í Klaksvík, og eftir intensa 1-1 javnleikin hava øll feløgini spælt 20 dystir.
Trý tey næstu vikuskiftini eru umfør í landskappingini á skránni. So verður steðgur eitt vikuskifti, tá ið landsliðið fer at spæla tveir dystir í Nations League. Tann fyrri verður í Litava hósdagin 22. september, og tann seinni verður ímóti Turkalandi á heimavølli sunnudagin 25. september. So tørnar landskappingin fyri aftur, og tá verður ikki steðgað á fyrr enn leygardagin 23. oktober.
Hetta er fyrsta vikuskiftið í september, og líkindini at spæla fótbólt hava ikki verið betri í ár, enn tað í forsøgnini verður sagt, at tey fara at vera seinnapartin. Hitin verður 12 – 14 stig, tað verður turt, sólin fer at kaga undan, og tað verður eitt frískt lot av landnyrðingi og landnyrðingieystri.
Skála – KÍ: Bjarki Danielsen kl. 17.00
EB/Streymur -NSÍ: Petur Reinert kl. 15.00
07 Vestur – Víkingur: Dagfinn Forná kl. 15.00
B36 – B68: Eiler Rasmussen kl. 15.00
AB – HB: Rúni Olsen kl. 15.00
-
KÍ | 20 | 18 | 2 | 0 | 54 | 6 | 56 |
Víkingur | 20 | 16 | 1 | 3 | 60 | 18 | 49 |
HB | 20 | 13 | 4 | 3 | 42 | 20 | 43 |
B36 | 20 | 9 | 3 | 8 | 37 | 21 | 30 |
EB/Streymur | 20 | 8 | 3 | 9 | 27 | 39 | 27 |
07 Vestur | 20 | 6 | 3 | 11 | 24 | 50 | 21 |
NSÍ | 20 | 6 | 1 | 13 | 25 | 45 | 19 |
B68 | 20 | 5 | 2 | 13 | 27 | 42 | 17 |
AB | 20 | 5 | 2 | 13 | 26 | 55 | 17 |
Skála | 20 | 1 | 5 | 14 | 21 | 47 | 8 |