NAFF er í allar mátar professionell

- Eg sá og hoyrdi nakað á hesi fiskivinnustevnuni, sum eg ikki havi vitað um - ella hoyrt - áður, sigur Heidi Petersen, løgtingskvinna, sum vitjaði básin hjá Sosialinum seinnapartin í dag Heidi Petersen, løgtingskvinna, hevur verið á øllum fiskivinnuframsýningunum, sum Sp/f Atlantic Fair hevur skipað fyri. Hetta er soleiðis hin fjórða stevnan í røðini, hon hevur verið á.

Heidi heldur, at fiskivinnustevnan hesaferð at síggja til hevur verið hin mest professionella, og hon heldur, at fleiri básar eru sera snøggir.

- Tað sæst, at fyritøkur hava brúkt bæði tíð, orku og pening uppá design, sigur hon.

Løgtingskvinnan hevur verið á fleiri framsýningum uttanlands, og tí heldur hon tað eisini vera áhugavert at síggja, hvussu slíkar stevnur verða skipaðar í Føroyum.

Hon heldur, at karmarnir um NAFF eru í allar mátar professionellir, nú framsýningin er í eini góðari høll.

- Eg haldi, at NAFF stendur mát við tær framsýningar, vit síggja í útlandinum.

Løgtingskvinnan sigur, at hon hevur sæð og hoyrt nakað á hesi stevnuni, sum hon ikki visti um áður.

- Á básinum hjá Fiskirannsóknarstovuni slapp eg at síggja undirvatnsmyndir av fiskum, samstundis sum eg fekk eina mkrofon at lurta í.

Hon sigur, at her kundi tú hoyra, hvørji ljóð ymiskir fiskar geva frá sær undir ymiskum umstøðum.

- Hetta var sera áhugavert, og eg visti ikki, at fiskur gevur slík ljóð frá sær - alt eftir, hvørjar umstøðurnar eru, sigur løgtingskvinnan, sum á tingi er framsøgumaður í fiskivinnumálum í sínum flokki.