Veðrið í dag
Í kvøld og í nátt stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, í støðum upp í skrið, 18 m/s, av útnyrðingi og norðri. Samdrigið og regn, út á náttina ælaveður og hitin millum 5 og 8 stig.
Í morgin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útnyrðingi, 10 til 15 m/s, sum makar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s, um kvøldið gul til sívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og ælaveður. Hitin millum 7 og 8 stig. Um náttina makar hann vindin í lot til andøvsgul, 2 til 7 m/s, av útnyrðingi. Samdrigið og okkurt æl. Hitin millum 3 og 8 stig.
Sunnudagin
Lot til andøvsgul av útnyrðingi og norðri, 2 til 7 m/s. Samdrigið og okkurt æl. Hitin um dagin um 7 stig, um náttina niður í 2 stig.