Magnus Gunnarsson
Nú áhugafelagið Føroya Ellisakfør savnar tilfar um føroyska bilasøgu, koma vit fram á nógv annað áhugavert tilfar.
Tey flestu, ið eru tilkomin, minnast Morris bilarnar ið Sigird av Reyni umboðaði.
Vit fara her at nerta við søguna um hetta bilmerkið, sum ikki er til meira, og nakað um Sigird av Reyni, ið legði lunnar undir eina av teimum størstu bilfyritøkunum í landinum, Reyni Service, sum hevði 50 ár á baki í fjør.
William Richard Morris
William Richard Morris varð føddur í 1877, og gjørdist ein av »gigantunum« í bretskum bilídnaði. Hann byrjaði sum sjálvstøðugur súkklusmiðjur bert 16 ára gamal.
Seinni fer hann at framleiða súkklur við at keypa eykalutir frá teimum størru verksmiðjunum, og um aldarmótið letur hann ein stóran súkkluhandil upp í High Street í Oxford.
Við at keypa franskar motorar til at seta á súkklurnar, sá hann møguleikan í at framleiða motorsúkklur. Á Stanley Motor Show sýnir William R. Morris í 1902, tvær motorsúkklur fram av egnum framleiðslumerki. Hann gavst tó skjótt við hesi framleiðslu.
W. R. Morris stovnar Oxford Garage
Í 1903 stovnar hann saman við øðrum Oxford Automobile and Cycle Agency, hetta komst av, at nú hevði hann royndir við at umvæla bilar og motorsúkklur. Seinni bleiv tað til Oxford Garage.
Súkkluhandilin selur hann í 1905 og fer at leiga bilar út, og árið eftir fer hann at selja enskar og amerikanskar bilar.
Í einum nýggjum bygningi letur hann upp bilasøluna »Morris Garage«. Tað er um hesa tíðina, at hann tekur avgerð um at framleiða sínar egnu bilar og fer at arbeiða miðvíst ímóti at gera eina bilverksmiðju.
Morris á Manchester Motorshow í 1912
Nøkur ár seinni verður so partafelagið W. R. M. Motor Ltd. stovnað við greivanum av Macclesfield sum høvuðspartaeigara.
Framsýningarbilar hjá Morris vóru á Manchester Motorshow í 1912, men tann 28. mars 1913 kemur fyrsti Morris bilurin út av verksmiðjuni, tað var ein Morris Oxford, sum fyri tað mesta var seldur í luksus-útgávu, og í 1915 kom Morris Cowley, ið var ein bíligari útgáva.
Gjørdu nakrar
bilar undir krígnum
Undir fyrra heimsbardaga verður Morris bilverksmiðjan, eins og aðrar, umbygd til vápnaídnað, men nakrir bilar vórðu tó gjørdir.
Eftir kríggið øktist framleiðslan nógv og kravdi størri íløgur. Tá William Morris og greivin av Macclesfield settu meira pengar í verksmiðjuna, bleiv W. R. M. Motor broytt til Morris Motor Ltd., og í 1925 hevði Morris 40% av tí bretsku bilframleiðsluni.
Eitt tilboð kom í 1924 frá Herbert Austin, ið átti Austin bilverksmiðjuna, um at leggja verksmiðjurnar Austin, Morris og Wolseley saman.
Tilboðið varð avvíst av William Morris, men trý ár seinni keypir hann Wolseley verksmiðjuna.
Morris Minor í 1929
Tann fyrsti sera sparni og ódýri Morris Minor kom í 1929, sum við einum 847 ccm. motori, kundi koyra heilt upp til 21 km. pr. litur bensin, sum má sigast at vera gott.
Í 1932 fáa Morris bilarnir el-bensinpumpu, og sum teir fyrstu ensku bilarnir fáa teir rætningsvísara, sum var ein pinnur, ið kom út úr hurðastólpanum á høgru ella vinstru síðu.
Hetta var áðrenn bilarnir fingu blunkljós.
Í 1939 keypti Sir Milliam Morris, sum hann nevndist tá, Riley bilverksmiðjuna, og sama árið koyrir bilur nr. 1 millión út av verksmiðjuni hjá honum.