Námsfrøðingar og hjálparfólk til Frítíðarskúlan við Stórá

 

Søkt verður eftir 5 starvsfólkum, námsfrøðingum og hjálparfólkið, til Frítíðarskúlan við Stórá, í Runavíkar Kommunu, at byrja 16. August 2021.

 


Kjarnuuppgávan hjá Frítíðarskúlanum við Stórá, er at bjóða øllum børnunum eitt trygt, mennandi, stuttligt og læruríkt umhvørvi, saman við vegleiðandi vaksnum.

 


Frítíðarskúlin liggur í Rituvík og er stovnur undir Runavíkar kommunu. Á stovninum ganga uml. 115 frítíðarskúlabørn.

 

  • Størvini eru 20 til 30 tímar um vikuna, har arbeiðstíðin er skiftandi ímillum kl 09.30 - 17.00, og tá skúlin hevur frí, ímillum kl 7.30-17.00
  • Størvini vera sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya á lønarstigi 11-22, fyri námsfrøðingar og lønarstig 2-8, fyri hjálparfólk.

 

Vit ynskja at umsøkjarin:

 

  • Er áhugaður at arbeiða við børnum í aldrinum 5 - 9 ár
  • Er ágrýtin, initiativríkur og vísir hetta í verki
  • Er fakliga tilvitaður, og hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum
  • Dugir at skipa fyri fjøltáttaðum, mennandi og kveikjandi upplivingum.
  • Dugir at skipa fyri spennandi og avbjóðandi tilboðum, til hendan barnabólk í einum tryggum og góðum umhvørvi.
  • Hevur góð samstarvs- og samskiftisevni, og megnar at virka fyri góðum samstarvi við foreldur, børn og starvsfelagar

 

Vit bjóða:

 

  • Eitt arbeiðspláss, sum ynskir at menna og arbeiða eftir dygdargóðari frítíðarnámsfrøði
  • Eitt arbeiðspláss, sum leggur stóran dent á kreativitet og fysiskir aktivitetir
  • Fyrireikingartíð
  • Toymisarbeiði

 

Umsóknir, saman við avriti av prógvi, ummæli, lívslongdarsøgu (cv) o.ø. skal vera stovninum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 01. August 2021.

 


Søk starvið á heimasíðuni hjá Runavíkar Kommunu. www.runavik.fo ella á beinleiðis leinkju her:

app.jobmatchprofile.com/2f6g3q/runavikar-kommuna/ktsa6k/fos/endurlysing-namsfroingar-og-hjalparfolk

 

Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til Hans Andrias Olsen leiðara, á tlf 216630