Námsfrøðingar til Brúsa í Leirvík

 

Søkt verður eftir 2 námsfrøðingum at byrja 09. august 2021.

 

  • Eitt fast starv á 30 tímar um vikuna.
  • Eitt starv á 30 tímar um vikuna fyri starvsfólk í barsilsfarloyvi, sum er tíðaravmarkað fram til 30 juni 2022.

 

Vit kunnu bjóða tær:

 

  • spennandi avbjóðingar á stovni við 3 barnagarðsstovur og 3 vøggustovur
  • ein stovn, har pláss er fyri øllum
  • ein stovn, har fokus er á at geva børnunum ein góðan og mennandi gerandisdag
  • ein stovn, sum byggir á viðurkennandi námsfrøði, samstarv, samskifti, álit og ábyrgd
  • jalig, opin og álítandi starvsfólk

 

 

 

 

 

Vit ynskja at tú:

 

  • ert viðurkennandi
  • ert opin, erlig/ur og fyrikomandi
  • hevur góð samstarvsevnir og dugir væl at samskifta
  • ert nýhugsandi
  • sært  tørvin hjá einstaka barninum
  • sært styrkir hjá einstaka barninum
  • tekur ábyrgd

 

 

 

Lønar- og setanartreytir

 

Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðagevarafelagið.

 

 

 

Umsóknir

 

Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum, skulu sendast til:

 

eystur(at)eystur.fo

 

 

 

Umsóknarfreistin er mánadagin 21. juni 2021.

 

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Poulu Eidesgaard,  stovnsleiðara á telefon 73 00 41.

 

 

 

Um námsfrøðingar ikki søkja, kunnu hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.