Námsfrøðingur: – Nú mugu politikararnir traðka í karakter

– Ein íløga í børnini, er ongantíð til fánýtis, sigur námsfrøðingur

Seinastu dagarnar hava nógvir námsfrøðingar rópt varskó. Ein teirra er Sóley Samuelsen, sum hevur merkt ein stóran mun á dagstovnaøkinum seinnu árini.

 

– Hetta er eitt tungt mentalt arbeiði og starvsfólkini eru troytt, sigur hon og sipar til lønina, sum námsfrøðingar í verkfalli nú krevja hækkar.

 

– Lønin er á ongan hátt samsvarandi við ta ábyrgd, sum fylgir við hesum arbeiði, sigur Sóley, sum heldur, at fleiri pengar mugu til.

 

– Ein íløga í børnini, er ongantíð til fánýtis, sigur hon.

 

Hon kallar núverandi verkfall fyri eitt álvarsmál.

 

– Nú mugu politikarar, bæði innan land og kommunur, traðka í karakter. Vit mugu tryggja góð barnaár á Føroyalandi, longu frá føðing til 18 ára aldur. Hetta er ein samfelagsuppgáva. Vit mugu gera okkurt munagott nú, sigur námsfrøðingurin, sum droymir um, at øll, sum arbeiða innan dagstovna- og serøkið, fáa eitt lønarlyft, sum veruliga munar.

 

– Hetta so fleiri námsfrøðingar ynskja at koma aftur til tað arbeiðið, tey einaferð brendu fyri, men tíverri brendu út.