Námsfrøðingur til Barnagarðin í Gerðinum

 

VIT SÓKNAST EFTIR NÁMSFRØÐINGUM

 

Í vøggustovuni eru tvey størv leys at søkja. Eitt starv sum er 35 tímar um vikuna og eitt starv sum er 30 tímar um vikuna.

 

Í barnagarðsstovunum er eitt farloyvisstarv frá 9. august 2021 til 15. Juli 2022 leyst at søkja. Starvið er 30 tímar um vikuna. Harafturat verður søkt eftir stuðli at arbeiða 20 tímar um vikuna í tí einu barnagarðsstovuni. Hetta starvið er eisini at rokna frá 9. august 2021 til 15. juli 2022.

 

LÝSING AV STOVNINUM:

 

Barnagarðurin er ein stovnur, har yvir 40 børn ganga. Ein stova er til vøggustovubørn og tvær stovur til barnagarðsbørn. Aftan á skúlatíð er eisini ein lítil bólkur við frítíðarskúlabørnum.

 

Starvsfólkabólkurin, sum telur 12 starvsfólk, er samansettur av dugnaligum námsfrøðingum, væl royndum hjálparfólkum og onkrum nýggjari. Á stovninum verður dentur lagdur á, at geva starvsfólkunum møguleika fyri fakligari menning.

 

Stovnurin er rímiliga væl normeraður, og tíð er sett av til fyrireiking/eftirmeting.

 

Barnagarðurin liggur mitt í bygdini, og hevur stórt uttanumøki við nýggjum spæliplássi, og stutt er til náttúruna, sum vit brúka nógv. Haga, áir, vøtn, djóralív o.a.

 

Harafturat hava vit atgongd til ein lítlan buss, sum vit kunnu brúka tá vit fara á ferð við einum minni bólki.

 

Í ARBEIÐI OKKARA VERÐUR DENTUR LAGDUR Á:

 

  • At virka í tráð við námsætlan stovnsins og námsfrøðilig stevnumið
  • At møta barninum, har tað er í menningini
  • Fría spælið
  • Kropp og rørslu
  • Mál og mentan

 

VIT VÆNTA AV TÆR:

 

  • At tú ert fyrikomandi og samstarvssinnaður
  • At tú kanst virka í tráð við námsætlan stovnsins
  • At tú sært møguleikar fram um forðingar
  • At tær dámar at vera úti í náttúruni

 

Ynskir tú at vita meira um starvið, er tú vælkomin at ringja til leiðaran Sigrid Petersen á tel. 216202.

 

SETANARVIÐURSKIFTI

 

Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

 

Um eingin námsfrøðingur søkir, kann hjálparfólk verða sett eftir nærri avtalu.

 

Er hetta nakað fyri teg, so send eina umsókn til: gerdinum1(at)office.fo í seinasta lagi mikudagin 23. Juni 2021 kl. 12.