G!Festivalurin kunnger í dag høvuðsnavnið, ið er einki minnið enn ein poppsensasjón. Natasha Bedingfield kemur til Føroya Hon eigur mest spælda sangin í amerikanskum populer-útvarpi í 2006 er fastur gestur á MTV, Brit Awards og Grammy-hátíðunum og er í løtuni á konsertferð við Justin Timberlake. Um fáar vikur stendur Natasha Bedingfield á palli á G! Festival, sum størsta aktuella poppnavn nakrantíð í Føroyum, skrivar festivalurin á heimasíðu síni í morgun.
Við superhittum sum ?These Words?, ?Unwritten?, ?Single? og ?I wanna have your babies?, (sum í løtuni eisini er á 15 teimum bestu) hevur Natasha Bedingfield lagt lurtaraskaran báðumegin Atlantshav fyri føtur sínar og vunnið sær støðu millum fremstu poppstjørnur í løtuni.
Í løtuni er Natasha Bedingfield á konsertferð saman við Justin Timberlake. Og dagin eftir, at hon hevur spælt á Syðrugøtusandi, fer hon við leiguflogfari til Onglands at spæla ?On the beach? í Bristol saman við Maroon 5, Akon og Mika.
?Natasha Bedingfield er tað størsta navnið, vit higartil hava havt á G!, og vit eru bæði errin og takksom fyri at kunna bjóða Føroya fólki eina slíka bjarta og aktuella heimsstjørnu,? sigur Jón Tyril, talsmaður hjá G! Festival við heimasíðuna.
Natasha Bedingfield syngur um tað, sum upptekur hana. Hennara egnu meiningar, ynski og tankar eru tað, hon leggur rødd til.