Natasja gjørdist toppskjútti hjá Haukum

Ingibjørg Olsen og liðfelagarnir í ÍBV vunnu á heimavølli

Bæði føroyingaliðini í bestu hondbóltsdeildini hjá kvinnum í Íslandi vóru í leiki í dag. 

 

Natasja Hammer skoraði seks mál, og gjørdist saman við Berglind Benediktsdóttir toppskjútti hjá Haukum, ið á útivølli tapti 31-36 fyri Stjørnuni.

 

Í steðginum var Stjarnan á odda 16-12.

 

Úti á Heimey vunnu Ingibjørg Olsen og liðfelagarnir í ÍBV 32-27 á Selfossi. ÍBV legði góðan botn við góðum avriki í fyrra hálvleiki. Í steðginum var ÍBV á odda 19-12.

 

Ingibjørg skoraði eitt mál fyri ÍBV í dag.

 

Komandi leygardag tekur Haukur móti HK á heimavølli. Sama dag spælir ÍBV móti Fram á útivølli.

 

Lið:DystirMálmunur
Valur6175:13112 stig
Stjarnan6179:14210
Fram6167:1358
ÍBV6163:1508
KA/Þór6144:1674
Haukar6157:1772
Selfoss6159:1802
HK6131:1932