Natasja og Haukar eru úti av meistarastríðnum

Haukar taptu eisini aðru fjórðingsfinaluna fyri KA/Þór

Mynd: mbl.is

Mynd: mbl.is

Kappingarárið hjá Natasju Hammer og liðfeløgunum í Haukum í bestu kvinnudeildini í hondbólti í Íslandi endaði í dag.

 

Haukar taptu eisini seinnu fjórðingsfinaluna fyri KA/Þór á heimavølli. 

 

KA/Þór vann ein tepran 24-23 sigur á Haukum. 

 

Gongdin í dystinum var hendan: 3:3, 5:5, 7:5, 9:9, 10:11, 11:15, 12:15, 19:20, 22:21, 23:22, 23:24.

 

Tá átta minuttir vóru eftir av dystinum vóru Haukar á odda 23-21, men tað eydnaðist ikki heimaliðnum at skora aftaná tað. 

 

Í seinasta sekundinum av dystinum sendi Aldís Ásta Heimisdóttir hjá KA/Þór eitt fríkast beinleiðis í málið hjá Haukum best sum øll trúðu, at talan fór at vera um longda leiktíð. 

 

Haukar taptu 27-30 fyri KA/Þór í fyrru fjórðingsfinaluni. 

 

Natasja kom ikki á máltalvuna fyri Haukar í dag. 

 

 

 

Mynd: mbl.is

Mynd: mbl.is