Natasja skiftir til íslandskan hondbólt

Haukar hevur aftur verið og leitað í føroyskum hondbólti eftir spælarum

18 ára gamla Natasja Hammer hevur skift frá Kyndli til íslandska Haukar. Hon verður nú liðfelagi við føroyska landsliðsmálverjan, Anniku Fríðheim Petersen. Hetta kunngjørdi Haukar á Facebook-síðuni í gjár.

 

Natasja Hammer hevur fingið sítt gjøgnumbrot í føroyskum hondbólti, har hon fyri tað mesta hevur spælt á vinstra bakki hjá Kyndli. Hon hevur gjørt ein tvey ára sáttmála við Haukar, sum eisini hevur havt Turið Arge Samuelsen á liðnum.

 

Í uppslagnum verður millum annað víst á, at tey í Haukar hava hugt nógv eftir føroyskum hondbólti. Hartil verður víst á, at Natasja Hammer hevur íslendskar røtur. Hon er dóttir Finnur Hansson, og abbadótti Hans Guðmunsson, ið er uppvaksin í Haukar.