Natasja Hammer og Inga Maria Roysdóttir hava havt góða avrik, tá lið teirra, Stjarnan hevur leikt dystir í bestu íslendsku hondbóltsdeildini. Men tað hevur manglað hjá Stjörnuni at fáa stig.
Í dag avrikaðu føroyska leikararnir aftur væl, tá Stjarnan loksins tryggjaði sær fyrsta stigið í kappingini. Stjarnan leikti í dag á heimavølli í Garðabær javnleik 22-22 móti KA/Þór. Stjarnan var á odda 10-8 í steðginum.
Natasja var toppskjútti hjá Stjörnuni við seks málum, og Inga Maria var við fýra málum annar av næstbestu málskjúttunum.
Stjarnan er framvegis aftast í deildini, men nú er tað so við einum stigi fyri sjey dystir.
Komandi leygardag klokkan 14.30 spælir Stjarnan dyst á útivølli móti ÍR.











