NATO bumbaði uppreistrarmenn í Libya

Uppreistrarmenninir í Libya siga, at 13 fólk doyðu, tá flogfør hjá NATO søktu at einum máli nærhendis býnum Brega í gjárkvøldið. Talan var um níggju uppreistrarmenn og fýra sivilfólk.

Ein talsmaður fyri uppreistrarmenninar sigur, at talan var um eitt mistak.

-Nakrir uppreistrarmenn skutu upp í loft, og so komu flogførini og bumbaðu teir. Tað var sostatt eitt mistak, sigur talsmaðurin.

Aðrir uppreistrarmenn siga, at agentar hjá Muammar Gaddafi høvdu sníkt seg inn ímillum uppreistrarmenninar, og at teir skutu eftir NATO-flogførunum við loftverjuvápnum.

Ein talsmaður fyri NATO sigur, at tíðindini um loftálopið verða kannað.