Nato-aðalskrivarin er í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv, har hann hevur samøður við ukrainska forsetan um, hvussu ukrainska loftverjan kann styrkjast.
Á felags tíðindafundi, har teir báðir vóru við, segði Nato-aðalskrivarin, at kríggið hjá Russlandi er merkt av imperialistiskari ranghugsan, sum hann tók til.
Jens Stoltenberg staðfesti eisini, at ukrainski herurin hevur stigvísa framgongd á hermótinum.
- Ukrainski herurin vinnur seg fram, spakuliga, men miðvíst, legði hann aftrat.
Nato-aðalskrivarin vísti eisini á veksandi russisku álopini á undirstøðukervið, sum er grundarlagið fyri útflutningi av ukrainskum korni, og hann helt, at hetta er ábyrgdarleyst.
Á tíðindafundinum legði Jens Stoltenberg dent á tað neyðuga í, at stuðuin til Ukraina heldur fram.
- Jú, sterkari Ukraina verður, tess skjótari endar russiska "aggresiónin". Friður fyri ein og hvønn prís varðveitir ikki friðin.
Jens Stoltenberg segði, at Ukraina tørvar ein varandi frið.