Navnalógin skal broytast. Tað boðaði løgmaður frá í ólavsøkurøðu síni.
Av løgmannsskrivstovuni, ið umsitur málsøkið, siga tey, at arbeiðið at endurskoða galdandi navnalóg er komið so langt, at í heyst verður klárt at leggja uppskot til lógarbroytingar fram fyri tingið.
Sambært løgmannsrøðuni hevur spurningurin um reglurnar um fornøvn eisini í framtíðini einans skulu grundast á málfrøðilig fyrilit, verið eitt av útgangstøðunum fyri arbeiðinum at endurskoða navnalógina.
Hetta leggur beinleiðis upp til, at reglurnar fyri góðkenning av nøvnum skulu linkast og at listin við gókendum nøvnum helst skal umfata fleiri nøvn enn sum nú er.
Hørð linja
Í galdandi navnalóg, ið varð samtykt á tingi í 1992, stendur sum einasta treyt fyri at eitt navn kann verða góðkent, er at tað er í samljóði við føroyskar málreglur.
Lógin gevur tó eisini landsstýrinum eina ávísa heimild at geva undantaksloyvi, um so er, at foreldrini at einum barni eru útlendsk.
Onnur fyrilit verða ikki tikin, og tað ber til dømis ikki til at uppkalla forfedrar við sama navni, um ikki hetta navn er millum tey viðurkendu.
Nú lógin hevur virkað í átta ár er greitt, at listin við viðurkendum nøvnum, ið varð gjørdur í sambandi við at lógin kom í gildi, aloftast hevur havt seinasta orðið at sagt, tá søkt hevur verið um loyvi at geva børnum nøvn, ið ikki eru viðurkend.
Nógv eru dømini um, at foreldur eru farin uttanlands at doypa børn síni fyri at sleppa uttan um ásetingarnar í navnalógini.
Nøvn eru orð
Jóhan Hendrik Winther Poulsen var ein av høvuðskreftunum í arbeiðinum at gera galdandi navnalóg. Hann er onga løtu í iva um, at tað eru tey málsligu fyrilitini, ið eiga at liggja sum grund fyri viðurkenning av nøvnum.
? Nøvn eru partur av málinum og eiga at verða viðfarin eins og málið. Tey eru ikki annað enn orð og skulu bendast. Tað setir síni krøv til nøvnini.
? Men nógv nøvn eru innkomin ígjøgnum allar tíðir, og tað er tí altíð ein spurningur um útveljing, tá tú skalt gera ein lista við góðkendum nøvnum, sigur Jóhan Hendrik Winther Poulsen, málfrøðingur.
? Tað kann sjálvandi vera, at vit hava verið ov stívir í okkara útveljing av nøvnum tá. Men tað haldi eg tó ikki sjálvur, sigur Jóhan Hendrik.
Rætta leiðin
- Nøvn eru full av kenslum og tað er ótrúliga ringt at sigla millum boðar og skerð í slíkum málum. Eg haldi at tann leið, sum vit høvdu valt, var í samsvari við teirri hugsjón, sum var galdandi, tá vit arbeiddu við navnalistanum, sigur Jóhan Hendrik.
Hann fegnast enn tann dag í dag um at tað eydnaðist at fáa eina føroyska navnalóg samtykta. Til fyri átta árum síðan var eingin lóg galdandi á økinum.
Arbeiðið at gera eina slíka byrjaði longu í hálvfjersunum, tá Jóhan Hendrik sjálvur var við í eini trímanna nevnd, ið arbeiddi seg fram til eitt lógaruppskot.
? Men tá ríkisumboðsmaðurin hoyrdi um hetta, fekk hann steðga arbeiðinum við at vísa til, at heimastýrislógin ikki gav landsstýrinum heimild at lóggeva á navnaøkinum, greiðir Jóhan Hendrik frá.
Hetta kom tó í rættlag síðst í 80'unum, og tá fór ein fimmmanna nevnd so undir at gera uppskot til navnalóg.
? Tað bleiv eitt hart stríð yvirhøvur at fáa eina navnalóggávu, og eg fegnist um at tað lukkaðist, tí vit høvdu nógv at vinna inn aftur á navnaøkinum, sigur Jóhan Hendrik Winther Poulsen, málfrøðingur.vindur og veður,
ávirkan hevur
og sítt krevur.
Í 1899 teir nýggja kirkju byggja
fyri kirkjunnar framtíð at tryggja,
slíkt kann ei á láni liggja.
Og nú gott hundrað ár á rað
hevur hon verið og er framvegis tað
stað
har deknur lesur lestur
ella tænari er prestur.
Har tú á hvørjum halgidegi
í sorg sum í gleði
kann finna linna
ugga, og megi
í Harrans orði
og við altarborðið.
? ? ?
Latum okkum at enda minnast undanfarnu ættarlið,
sum tóku hesu mongu umrøddu stig,
vit lýsa yvir teimum Guds frið.
Samstundis takka vit tykkum, ið tóku við,
sum hildu áfram í teirra anda,
sum vanligt er her til landa.
Latum okkum saman standa
og kirkju okkara verja
mót øllum, ið á hana herja
og vilja boðskap hennara skerja.
? ? ?
29. oktober í fjør, tá kirkjan fylti hundrað,
móti tað óivað onkran undra,
at kirkjan ikki helt føðingardag,
men hetta kom tíanverri ikki í lag,
orsøkir vóru av ymiskum slag.
Men so ár 2000 -9. (nígginda) í sjeynda
vit mong í Hattarvík lenda
at minnast dagin henda.
Vit leggja serliga merki
til hetta frálíka listarverkið,
gávuna stórbæru,
kirkjuni til heiðurs og æru,
altartalvuna, ið kórveggin prýðir,
har skapanin í huga fram stígur.
Øll góð ynski um Guðs signing.
Hjartaliga tillukku.
Erland Beder