Annika Olsen, landsstýriskvinna, hevur mannað navnanevndina av nýggjum Annika Olsen, landsstýriskvinna, hevur valt limir og varalimir í Navnanevndina. Nevndin sær nú soleiðis út:
Annfinnur Johansen, lektari í málfrøði, formaður, og Kristin Magnussen, adjunkt í málfrøði, varalimur,
Jónsvein Bech, sóknarprestur, nevndarlimur, og Elsa Funding, sóknarprestur, varalimur,
Anna Brimnes, bókavørður, nevndarlimur, og Magni Joensen, lærari, varalimur.
Navnanevndin er sett sbrt. § 20 í lóg um fólkanøvn. Uppgávan hjá nevndini er at gera leiðbeinandi lista við fornøvnum og at endurskoða hann javnan. Nevndin skal geva ráð um fólkanøvn, stavseting teirra, bending o.a. Nevndin skal breiða út vitan um føroyskan navnasið, og skipa fyri útgávu av tilfari hesum viðvíkjandi.Nevndin tekur eisini avgerð um fornøvn, sum ikki eru á navnalistanum, kunnu góðkennast
Valskeiðið hjá Navnanevndini er 5 ár og gongur út 1. november 2013.