N-Jón Ellendersen, hálvur famieningur
------------
Í Sosialinum frá mikudegnum 21. apríl nevnir Snorri Brend, at navnið Famien møguliga stavar frá søgnini um Jansaguttarnar um ta ferðina, fegðgarnir høvdu rænt eina kvinnu av einum sjórænarskipi. Tá skal onkur á skipinum hava rópt okkurt sum femme mien (hetta hevur havt alskyns formar alt eftir, hvør hevur sagt frá søgnini) og soleiðis skal bygdin Famien hava fingið sítt navn. Men hetta er lítið annað enn sera fantasifullar gitingar. Veruleikin er helst ein heilt annar.
Famien er nevniliga eitt vanligt, gamalt franskt eftirnavn, sum m. a. kemur fyri í bókini »William Shakespear« hjá Victor Hugo frá 1886. Somuleiðis er navnið eisini at finna sum staðarnavn í fransktalandi londum, sum gentunavn og sum staðarnavn og for/eftirnavn í arabiska heiminum, so tað er meiri sannlíkt, at talan hevur verið um sjórænarar úr Algier, sum vóru rættiliga kendir um okkara leiðir tá á døgum. Fransktalandi hava teir møguliga verið síðani Algier var fronsk koloni, men teir hava ikki havt franskt sum móðurmál.
Fransmenn komu ikki so ofta á okkara leiðir og hendi tað, so vóru tað heldur fronsk herskip, sum vit td. kenna frá Barbaru hjá Jørgen Frantz Jacobsen. Tí ber eisini til, at Jansaguttarnir hava verið umborð á einum fronskum herskipi, sum ikki so sjáldan høvdu konufólk við umborð. Hetta snúði seg antin um konu skiparans ella dóttir ella kona reiðarans og helst er eingin ivi um, at onkur á skipinum hevur borið navnið Famien, antin sum for- ella eftirnavn.
Hin uppfatanin, at sjórænarin sum skuldi hava rópt: femme mien ella okkurt líknandi á fronskum, er meiri spekulativ og skemtilig enn hon er sonn. Tað er rættiliga óhugsandi at ein arabiskt talandi sjórænari skuldi rópa eftir eini kvinnu á fronskum. Tað er meiri sannlíkt at kvinnan hevur verið rópt Famien ella, at hon hevur rópt á ein mann á skipinum, sum hevur itið Famien.
Sjálvandi fáa vit aldri við vissu at vita hvat rópt varð av skipinum ella hvat kvinnan í bátinum hjá Jansaguttunum rópti. Men eftir at eg havi kannað hetta í nøkur ár, dugi eg illa at ímynda mær annað enn tað, at tað her hevur verið talan um Famien antin sum gentunavn, við tað at tað eisini hevur verið nýtt sum gentunavn í gamlari tíð ella, at tað snýr seg um eftirnavnið Famien.
Hinvegin hevur eftirnavnið Famien sín uppruna frá onkrum av teimum mongu støðunum, sum bera heitið Famien og soleiðis er tað aftur enda sum eitt staðarnavn á Suðuroynni.