Óndir jólamenn í Havn

Eg havi sæð ein óndan jólamann.. ikki bara var hann óndur, hann var eisini danskur..!

Eg havi sæð ein óndan jólamann.. ikki bara var hann óndur, hann var eisini danskur..!


Hetta var í Havn, til eina av teim mongu jólaveitslunum hjá einum felag, har sonurin er so heppin at vera limur. Næstan øll børnini fingu ein stóran leskiligan jólaposa, men tey seinastu børnini í rúgvuni, harímillum sonurin, fingu einans ein heingiboppuposa við tveimum mandarinum í!


Sjálvsagt forvitnast krakilska mamman eftir orsøkini til fadesuna, samstundis sum flóvi sonurin hálar í bundnasjalið, ?kom nú mamma, tað ger einki, vit eiga so nógv gott har heima..!?. ?Øhh..? letur í jólamanninum ?...vi har ikke lavet pakker nok?. ?Nei, tað síggi eg. Og tað, hóast vit hava teknað okkum og goldið 40,- kr. fyri at luttaka!! - Ná, men gott er, nú fara vit oman í kioskina at keypa bomm, kom góði?.


Aja, enn einaferð setti jólamaðurin meg í ?forleyginheit?. Tað hendir næstan hvørt ár og nú eri eg við at vera rættiliga troytt av honum. Tí hvat skal eg siga við børnini, tá hann ferð eftir ferð upptraðkar djúpt órættvíst og ólogiskt og í dýrastu andsøgn við hugmyndina av gávumilda gamla abbanum, sum vitjar heimini hjá øllum børnum hvørt ár, óansæð hvussu tey hava skikkað sær.


Trupulleikin tykist at vera, at eingin kennur søguna um jólamannin, eiheldur eg sjálv. Spurningar frá børnum, eg havi svarað, logið um ella káva útyvir, hava verið: Hvar býr hann? Kemur hann eisini til mín jólaaftan? Hvørt ár? Gevur hann mær tað, sum eg ynski mær? Kann eg skriva honum bræv? Hví vitjar hann hjá grannunum hvørt ár og her hevur hann bara verið einaferð? Hava vit nakran skorstein og hvussu sleppur hann niður í? Kunnu reinsdjór flúgva? Hví eru fleiri jólamenn? Brúka tey strikukodur á verkstaðnum hjá jólamanninum? Hví er alt góðgæti í hosuni sama slag sum tað í spískamarinum hjá okkum?


Tað sum børnini uppliva nú, er ein ørgrynna av jólamonnum, í fleiri vikur fyri jól. Teir búgva fyrst og fremst í handilsumhvørvum, annars eisini í Grønnlandi, Finnlandi, Sámalandi, Noreg og uppi í fjøllunum. Verða fluttir við skipi, tyrlu, sjúkrabili, brandbili ella sleðu. Summir geva gávur, aðrir góðgæti og teir ordiliga keðiligu geva bara frukt ella piparnøtir. Summir eru ordiliga fittir, áhugaðir og prátingarsamir, aðrir siga einki. Onkur prátar sandsmál, annar dankst. Viðhvørt eru teir í loftmiðlunum, men ikki allir eru so fínir. Men felags fyri teir allar er, at sera nógv smábørn hava eina fullkomiliga nattúrliga frykt fyri hesum lodnu og grovmæltu ókunnumonnum, inntil tey finna útav at tey kunnu FÁA.


Eg fari tí við hesum, at skjóta upp, at vit lata jólamannin vera eftir í 20. øld, sum eina forna leivd, og í staðin finna okkurt annað at lúgva fyri børnunum um. Mytir og traditiónir hava allar sína tíð, og tá ið tær ikki eru hóskiligar longur, verða aðrar settar í staðin.