Negativ renta og suðuroyarvegurin

Suðuroyingar hava eitt stórt problem. Teir vita at einki loysir seg so væl fyri alt samfelagið sum at fáa gjørt suðuroyarvegin. Men mótbrekkan er tung, tí hildið verður av mongum, at íløgan er ov stór.

 

Samstundis er tað ein annar bólkur í samfelag okkara, sum eisini hevur eitt stórt problem. 

 

Hesin eru tey sum hava avlopsgjaldføri. 

 

Hetta kunnu vera fólk, sum hava verið sparin og hava lagt nakað til síðis at hava til at taka um óvæntaðar útreiðslur koma. 

 

Vanliga lata tey peningin standa í bankunum, men nú er tað hent at rentan er fallin so nógv, at tey skulu gjalda negativa rentu til bankarnar um tey hava nakað innistandandi.

 

Fyri at sleppa undan negativari rentu ber til at leggja pening á kistubotnin. Her kunnu tjóvar stjala og eldur kann koma í. Tað ber eisini til at keypa fastar ognir, men prísurin á teimum sveiggjar.

 

Sama er at siga um partabrøv. Nøkur partabrøv loysa seg væl, men onnur missa sítt virði.

 

Í øllum londum hevur hetta ført við sær, at tað almenna veitir fólki tann beina at tey sleppa at keypa landskassalánsbrøv, obligatiónir. Tey sum hava avlopsgjaldføri, kunnu venda sær til tað almenna og keypa obligatiónir. Fólk sleppa av við sítt avlopsgjaldføri og lata landinum tað. Vanliga geva obligatiónir rentu, sum landið fær fíggjað við síni skattainntøku. Men hvat um ein borgari knappliga hevur brúk fyri gjaldføri? So kann hann selja sínar obligatiónir frá degi til dags. 

 

Einhvør landskassi kann fáa brúk fyri gjaldføri til stórar verkætlanir. 

 

##med2##

 

Nú stendur á gomlum nøglum hjá suðuroyingum, og har verður ein fíggjartørvur upp á nakrar milliardir fyri at fáa veg til oynna. 

 

Tað er einki nýtt í at landið fíggjar vegakervið við lánsbrøvum. Tað gjørdi landið tá bygdirnar vórðu bundnar saman. Tá vegir vórðu gjørdir gjøgnum undirsjóvartunlar millum oyggjarnar norðanfjørðs veðhelt landið fyri tey lán, sum tunnilsfeløgini tóku. Landið hevur eisini landsbankan, sum selur obligatiónir. 

 

Tað sum írestar hjá okkum er at tær almennu Føroyar seta seg í samband við teir føroyingar sum hava ov nógv gjaldføri og hjálpir teimum at keypa landskassaobligatiónir.

 

Rætta løtan at gera hetta er nú.

 

Í fleiri ár hava fólk bíðað eftir at negativa rentan í bankunum skal hvørva, men illa gongst. Samstundis er løtan komin tá vit ikki longur kunnu drála við at fara undir suðuroyarvegin. Gjaldføri landskassans er so gott, at útlendingar standa í kø fyri at sleppa framat at keypa landskassaobligatiónir undan føroyingum, sum ikki sleppa upp í part.

 

Hví ikki fyrst bjóða føroyingum at vera við til at seta avlopsgjaldføri í landskassan at fíggja suðuroyarvegin? 

 

Hetta hevði bæði hjálpt suðuroyingum og føroyingum við avlopsgjaldføri.