Neistamenn vunnu seg nærri fjórða plássinum

Neistamenn vunnu á kyndilsmonnum í høllini á Hálsi í kvøld

Savnsmynd

Savnsmynd

Tað er bert ein verri málmunur í mun til H71, ið skilur neistamenn frá fjórða plássinum í Burn mansdeildini aftaná 26-22 sigurin hjá Neistanum á Kyndli í høllini á Hálsi í kvøld. Í steðginum var Neistin á odda 12-9.

 

Neistin hevur eins og H71 seks stig. Hoyvíkingar hava tó betri málmun. 

 

Brøðurnar Bjørgvin, Johannes hjá Neistanum og Kristoffur hjá Kyndli gjørdu serliga vart við seg í dystinum í kvøld við at skjóta sjey mál í part.

 

VÍF og KÍF hava átta stig, og Team Klaksvík hevur sjey stig. StÍF hevur fimm stig á sætta plássi meðan Kyndil er aftast við tveimum stigum, so tað er harður dystur um at røkka FM-hálvfinalunum.

 

Neistin-Kyndil 26-22 (12-9)

 

Málskjúttar Neistin: Johannes Bjørgvin 7, Rasmus Søby 6, Ágúst Ingi Óskarsson 5, Isak Vedelsbøl 4, Jonn Rói Torfinsson 3, Felix Már Kjartansson 1. 

 

Málskjúttar Kyndil: Kristoffur Bjørgvin 7, Ove Lützen 6, Tróndur Wardum 3, Anders Risdal 3, Dánjal Sørensen 2, Tummas Sørensen 1. 

 

Savnsmynd

Savnsmynd