Neistin misti á stokkinum

Neistamenn vóru bert ein lítlan minutt frá at tryggja sær tvey kærkomin stig, tá ið teir sunnudagin vitjaðu strandingar í høllini á Skála.

Tað var líka við og næstan hjá Neistanum á Skála sunnudagin. Havnarliðið, sum liggur á aftasta plássi í fremstu mansdeildini, var á odda við tveimum málum, tá ið minni enn ein minuttur var eftir at leika. Tað eydnaðist tó strandingum at skora tvey mál í allarseinastu løtu, soleiðis at StÍF fekk tryggjað sær, at annað stigið bleiv verandi eftir á vestara armi á Skálafjørðinum.

Rótutur dystur
Hesi bæði liðini, StÍF og Neistin, hava størsta partin av kappingarárinum ligið og stríðst í niðaru hálvu av stigatalvuni, men í seinastuni hava strandingar tikið seg nógv fram, og teir hava bitið rættuliga frá sær.
Í steypakappingini hevur StÍF góð kort á hondini, nú teir í annaðkvøld skulu spæla seinnu hálvfinaluna á heimavølli móti H71. Fyrru hálvfinaluna í Hoyvík vunnu teir við einum máli, so útlitini fyri at røkka enn einari steypafinalu eru góð hjá strandingum í ár.
Neistin hevur hinvegin havt tað trupult í hesum kappingarárinum. Fyri goðari viku síðani vóru tó nakrir glottar at hóma, tá ið teir góvu vestmenningum ein skarpan gang í høllini á Hálsi, og sunnudagin vóru teir beinleiðis óhepnir ikki at fáa bæði stigini við sær aftur til Havnar.
Dysturin á Skála var annars rættuliga rótutur, og tað var langt millum tey góðu væl gjøgnumspældu álopini hjá báðum partum. Í flestu førum var talan um einmansavrik, har serliga góðu skjúttarnir hjá liðunum báðum gjørdu vart við seg.

Sera tætt
Tað var allatíðina rættuliga javnt millum liðini í dystinum. Tó kundi tað viðhvørt verða so, at annað liðið fekk upp í fýra mál á rað, men mótstøðuliðið var skjótt at svara aftur. Serliga var tað havnarliðið, ið hevði leiðsluna fyri steðgin, men StÍF slapp ongantíð endanum. Til dømis var Neistin miðskeiðis í fyrra hálvleiki á odda við trimum málum, men tað tók bert eina lítla løtu, so vóru strandingar komnir upp á javnt aftur.
Strandingar hava altíð verið kendir fyri ein framúr góðan stríðsvilja, og sunnudagin prógvaðu teir enn einaferð, at hann ikki er farin í søgubøkurnar.

Dramatiskur endi
Í seinna hálvleiki var dystargongdin tann sama sum fyri steðgin. Sum oftast var tað rættuliga javnt, men viðhvørt hevði Neistin at fara frá StÍF, sum tó megnaði at svara aftur hvørja ferð.
Móti endanum av dystinum sá tað tó út til, at Neistin fekk gjørt ein enda á teimum seinastu dreymunum hjá heimaliðnum um stig, tí einans slakar fýra minuttir fyri leiklok var havnarliðið á odda 24-20!
Hendan leiðslan vísti seg tó ikki at verða nóg mikið hjá Neistanum, tí teir mistu fullkomiliga høvdið seinastu løtuna.
Strandingarnir bardust sum úlvar á skóg, sjálvt um tey allarflestu høvdu avskrivað møguleikarnar hjá teimum fyri at fáa stig. Neistamenninir gjørdust frustreraðir av ágrýtnu strandingunum, og seinastu fimm minuttirnar av dystinum fekk havnarliðið ikki færri enn fimm útvísingar.
Við ágrýtnum verjuspæli stressaðu strandingar neistamenn, sum gjørdu fleiri óneyðug mistøk seinastu løtuna, og heimaliðið var skjótt at revsa í hinum endanum. Teir tóku seg inn á Neistan, men tá ið Alexandur Johansen misnýtti eitt brotskast við støðuna 24-22, og minni enn ein minuttur var eftir at spæla, tóktist tann seinasta vónin hjá heimaliðnum at slókna.
Men sum so mangan verður tikið til, so er einki avgjørt, fyrr enn dómarin hevur bríkslað fyri seinastu ferð, og tað kunnu so bæði strandingar og neistamenn skriva undir uppá, at so er. StÍF og Leivur Justinussen megnaði nevnliga at skora tvinni mál seinastu sekundini, soleiðis at tað endaði við javnleiki 24-24, og tað er einki at siga til, at tað var stór frøði á strandingum, at tað eydnaðist teimum at tryggja sær annað stig í evstu løtu. Neistamenninir hinvegin vóru vónbrotnir um bert at fáa annað stig burtur úr einum dysti, sum teir áttu at havt vunnið.

StÍF-Neistin 24-24(14-14)
StÍF: Leivur Justinussen 7(1), Alexandur Johansen 6(3), Sveinur Justinussen 6, Jón Rasmussen 2, Borgar Danielsen 1, Artur Johansen 1, Bárður Danielsen 1
Neistin: Damir Oros 8(1), Áki Mørk 6, Blagoje Buha 4(1), Ólavur Brimnes 3, Rani Slættanes 1, Jón Ludvík 1, Trondur Kragesteen 1
Brotskøst: StÍF 6(4), Neistin 2(2)
Útvísingar: StÍF 5, Neistin 10
Dómarar: Kristian og Karstin Joensen