Neistin trygt víðari

Hóast StÍF hevur stoltar steypatraditiónir, so megnaðu teir ikki at gera stórvegis við Neistan í kvøld.

Neistin hevur verið væl koyrandi seinastu dystirnar, og eftir á leið 20 minuttum skræddu teir seg leysar.

Eftir steðgin kom ongan tíð veruligur spenningur í dystin, og seinasta korterið bíðaðu strandingar bara eftir, at dómarin skuldi bríksla fyri seinastu ferð.

 

Bestu málskjúttar hjá Neistanum vóru Heini Hanusarson og David Edvardsen, sum skutu 9 mál hvør. Gabriel Stanciu skeyt 6 av málunum hjá StÍF.

 

Neistin-StÍF 32-20 (15-11)