Neistin vann stórt á Kyndli

Neistin og Barbara Brauer stafestu í dag, at Neistin er nógv tað besta liðið í fremstu deildini hjá kvinnum. Tær vunnu 33-22 á Kyndlim sum er nummar tvey.

 

Neistin kom best frá byrjan og eina løtu sá út til, at tær fóru at fara frá Kyndil heilt tíðliga í dystinum. Men tær grønu úr Kyndil arbeiddu seg inn í aftur dystin. Seinna partin av fyrra hálvleiki gekk javnt á, men Neistin hevur allatíð eitt lítið yvirtak á máltalvuni.

 

Tíðliga í seinna hálvleiki hevði Kyndil ein møguleika at koma heilt tætt Neistanum, tá tær bláu fingu eina útvísting. Meðan Neisitin megnaði at skora upp á sítt álop, so megnaði Kyndil í tveimum førum ikki at umseta skot til mál.

 

Miðskeiðis í seinna hálvleik økti Neistin um leiðsluna til 5-6 mál. Fleiri ferðir var tað Barbara Brauer og Marjun Danberg, sum gingu á odda og skutu málini. Tá fimm minuttir vóru eftir var øllu greitt, at Neistin fór enn eina ferð av vøllinum sum vinnandi liðið, tá leiðslan bleiv heili átta mál.

 

Støðan endaði 22-33. Barbara Brauer var besti leikarin á vøllinum, og Neistin er framvegis nógv tað besta liðið í deildini.

 

Fremsta deild kvinnur:

Kyndil – Neistin 22-33 (12-14)

Kyndil: Gurðið G. Eysturberg 5, Jórun Ludvig 5, Anja Heinadóttir 3, Simona Jacob 3, Anna Brimnes 2, Bjarta O. Johansen 2, Randi S. Wardum 2

Neistin: Barbara Brauer 12, Marjun F. Danberg 5, Bára Hansen 5, Nicoleta R. Hansen 4, Ása Dam á Neystabø 3, Jacklin Durhuus 2, Eir Berg 2

 

Støðan:

 

1. Neistin 14 (Stig)

2. Kyndil 7

3. VÍF/Tjaldur 6

4. VB 5

5. StÍF 2

6. Stjørnan 2