Neistin vil hava finalusessin

Høllin á Hálsi var leygardagin karmur um dyst í Sunset-kappingini, og tað var Neistin, ið tók móti VÍF. Við vissuni um týdningin av einum sigri, byrjaðu vertirnar øðiliga væl og løgdu seg alt fyri eitt væl á odda

HONDBÓLTUR

 

Góða byrjanin hjá Neistanum tóktist leypa hvøkk á gestirnar úr Vestmanna, og tær stríddust at koma upp móti havnaliðnum aftur. Men longu eftir 13 teimum fyrstu minuttunum var støðan heili 7-1 til Neistan, og tá sigur tað seg sjálvt, at tað gerst ein long mótbrekka hjá liðnum, ið aftanfyri er. Neistin vann tryggan 28-18 sigur móti VÍF, eftir hálvleiksstøðuna 12-9. Sigurin hevur við sær, at Neistakvinnurnar nú liggja ájavnt við VB, og hava ein heimadyst móti Vágskvinnum, og hann kann fara at vera rættuliga avgerandi fyri, hvørt av hesum skal møta Stjørnuni í finaluni um FM.

 

Skansin í VÍF málinum

VÍF eigur ein rættuliga góðan málverja í Tommu Petersen, og við henni á odda vunnu tær gulu seg alt nærri og nærri heimaliðnum.

So væl var tað byrjað at gangast VÍF, at Tomma nærum tók alt móti endanum av fyrsta hálvleiki, og kontrarenningin virkaði til fulnar. Tó komu tær einans upp til støðuna, har trý mál vóru á muni, áðrenn dómararnar bríkslaðu fyri hálvleiki.

 

Góð byrjan avgjørdi

Beinan vegin í øðrum hálvleiki, byrjaði góða gongdin hjá Neistanum aftur, og tá var í roynd og veru avgjørt.

Eins og í fyrsta hálvleiki, byrjaði Neistin sum eitt óløgið í øðrum hálvleiki, og fyrstu tíggju minuttirnar skoraðu bláu havnagellurnar sjey ferðir. Hetta tóktist vera mønustingurin hjá VÍF.

Besti málskjútti hjá Neistanum var Ása á Neystabø við sjey málum, meðan Ioana Rapa somuleiðis skoraði sjey mál fyri gestirnar.

 

Fakta um dystin

Neistin-VÍF 28-18 (12-9)

10 min: 5-1

20 min: 9-5

40 min: 19-11

50 min: 23-14

Málskjúttar

Neistin: Ása á Neystabø 7, Rakul Augustinussen 5(2), Anja Heinadóttir 4, Unn J. Kragesteen 4, Nicoleta Radu Hansen 3, Ása Christiansen 2, Elin Stakksund 2, Katrin á Neystabø 1

Stjørnan: Ioana Rapa 7(1), Liljan Djurhuus 5(1), Heidi Joensen 3, Linda Johannesen 1

Brotskøst: Neistin 2, VÍF 3

Útvísingar: Neistin 5, VÍF 3

Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen