Nelly Sørensen 40 ár á røntgendeildini

   

28. mai 2003 hevði Nelly Sørensen arbeitt á røntgendeildini á Landssjúkrahúsinum í 40 ár. Nelly, f. Olsen, er ættað úr Vestmanna, dóttir Herborg og Napoleon Olsen í Vestmanna. Hon byrjaði á Landssjúkrahúsinum 28. mai 1963 og hevur arbeitt í móttøkuni á røntgendeildini. Hon er gift við Petur Sørensen úr Streymnesi. Tey búgva í Havn. Nelly og Petur fingu fimm børn: Herborg, Ólavur, Sveinur, Ruth og Hallur. Ruth andaðist í 1995, bert 16 ára gomul.