Bygdarráðsfundur var í Nes kommunu í gjárkvøldið, har millum annað ársroknskapurin fyri 2015 varð viðgjørdur og samtyktur. Talan hevur ivaleyst verið um eina hugagóðan fund hjá bygdaráðslimunum, tí roknskapurin var betri enn upprunaliga væntað.
- Í fíggjarætlanini fyri 2015 var roknað við, at úrslitið bleiv 0 krónur, meðan staðfesta avlopið gjørdist 6,5 mió. krónur, ella 6,5 mió. krónur meiri enn roknað var við, skrivar kommunan á síni heimasíðu.
Bygdaráðslimirnir kundu eisini gleðast yvir, at yvirskotið var 1,7 milliónir krónur betri enn í 2014, tá yvirskotið var 4,8 milliónir krónur.
Orsøkin til góða úrslitið er bæði tí at inntøkurnar vóru hægri, men eisini tí útreiðslurnar vóru lægri enn væntað.
Nettoskattainntøkan í 2015 var 47,3 milliónir krónur eftir frádrátt av rentustuðli. Tað er fýra milliónir hægri enn væntað í fíggjarætlanini.
Útreiðslurnar hjá kommununi í 2015 vóru 38,8 milliónir krónur, ið er 1 millión krónur minni enn mett í fíggjarætlanini.