Nevndin í Javna fullmannað

Javni, sum er felagið hjá menningartarnaðum og familjum teirra, hevur fingið nýggja nevnd.

Á eykaaðalfundi 29. juni varð nevndin fullmannað. Á myndini síggja vit nýggju nevndin samlaða í samband við fyrsta nevndarfundin. Tað eru bert avvarðandi hjá menningartarnaðum, sum kunnu gerast nevndarlimir í Javna.

Á myndini síggjast frá vinstru: Leivur Michelsen, kassameistari saman við soninum Jákupi, Jóna Dahl, formaður, saman við soninum Torkili, Jóan Pauli Poulsen, næstformaður, saman við dóttrini Esther Mariu, Ann Elisabeth Strøm, nevndarlimur,. dótturin Durita var burturstødd og Jónhard Haraldsen, sum umboðaði mammu sína Gunnvá Haraldsen, nevndarlim, ið var burturstødd.

Úr nevndini fóru Kristianna Mortensen, sum var formaður, og nevndarlimirnir Samly Reinert og Jórunn Dánjalsdóttur.

Endamálið hjá Javna hevur frá byrjan verið at stuðla menningartrnaðum og familjum teirra, og fer nývalda nevndin eisini til verka við sama høvuðssetningi, sigur Jóna Dahl, formaður í Javna