New York Times fyllir forsíðu við korona-deyðum

Meðan USA nærkast 100.000, sum eru deyð av korona, roynir New York Times at lýsa menniskjansliga missin.

Blaðið The New York Times hevur sett nøvnini á næstan 1.000 fólkum, sum eru deyð av korona, á forsíðuna.

Í staðin fyri greinar, myndir og grafik er talan um ein lista við nøvnum á forsíðuni við brotum úr minningarorðum.

– Tey vóru ikki bert nøvn á einum lista. Tað eru vit, sum standa á forsíðuni.

Frámerkingin verður gjørd, meðan USA nærkast 100.000 fólkum, sum eru deyð av korona – eitt so stórt tal, at vit duga ikki at meta um tað, og ein syrgiligur varði á vegnum, skrivar blaðið.

Hjálparblaðstjórin á grafisku deildini á blaðnum, Simone Landon, sigur, at hon og starvsfelagar hennara høvdu skilt, at »bæði teirra millum, og kanska eisini í almenninginum, hómaðist máttloysi av stóru deyðstølunum.

Fyri at kunna gera forsíðuna hevur blaðið leita á netinum millum andlát og minningarorð og savnað saman næstan 1000 nøvn.

Endamálið er at vísa »tað serstaka í hvørjum mistum mannalívi«.

Millum nøvnini á forsíðuni er »alan Lund, 81 ár, Washington, orkesturleiðari við tí fantastiska oyranum« og »Theresa Elloie, 63 ár, New Orleans, kend fyri virksemi sítt, sum gjørdi rósuprýði og knappanálir«.

Tilsamans hevur USA skrásett umleið 1,6 milliónir koronasmittað sambært Johns Hopkins University. USA hevur hægsta talið av deyðum í samband við Covid-19.

Í statinum New York, sum er tann harðast rakti staturin í USA, eru 360.000 váttaði smittutilburðir og umleið 29.000 fólk deyð.

Men Andrew Coumo, guvernørur, boðaði í gjár frá, at nú var ein bati at hóma, nú tølini í statinum av nýggjum andlátunum var tað lægsta í fleiri vikur.

Við 84 deyðum fríggjadagin var tað soleiðis fyrstu ferð síðani mars, at talið av deyðum í New York var niðan fyri 100.

/ritzau/dpa