Tað eru tveir tímar til dysturin byrjar, og tað er bítandi kalt í veðrinum, men longu eru fleiri hundrað fanatisk Newcastle viðhaldsfólk møtt upp, fyri at geva Mike Ashley eini greið boð. Á odda gongur ein stuttur, tættur og skallutur maður um tey 30 árini. Hann geilar hini viðhaldsfólkini upp og rópar:
- “Mike Ashley - Far út úr okkara felagið!”
Stutt undan dystarbyrjan koma rópini úr hvørjum horni á St. James Park. Nýggi venjarin, Alan Pardew, fær onga móttøku. Tað er ilt at síggja hvussu Mike Ashley, ið er á stadium, skal koma burtur úr hesi støðuni. Eitt korter seinni kemur svarið. Eitt fríspark verður sent inn í Liverpool brotssteigin og umvegis høvdið á Andy Carroll, leggur Kevin Nolan Newcastle á odda. Brátt tagnaðu rópini um Mike Ashley. Nú var bara stuðul til leikararnar at hoyra.
Í hálvleikinum gjørdist áfast millum viðhaldsfólk hjá Newcastle og Liverpool. Eitt løgreglufólk fer umkoll í rokanum. Stutt eftir koma fleiri løgreglufólk uppí og fáa skilt viðhaldsfólkini at. Í seinna hálvleiki kemur Liverpool upp á javnt, og dysturin kann nú fara báðar vegir.
Dysturin hellur spakuliga til fyrimuns fyri Newcastle, tá nýggi venjarin velur at skifta 19-ára gamla Nile Ranger inn í álopið. Hann skapar Liverpool verjuni nógvar trupulleikar. Yvirtakið hjá Newcastle umseta Joey Barton og Andy Carroll til mál ímóti dystarenda og tryggja Newcastle øll trý stigini.
Uttanfyri St. James’ Park er kavakríggj millum Newcastle og Liverpool viðhaldsfólkini, og løgreglan má koma ímillum at skilja partarnar, áðrenn leikur gerst ov álvarsamur. Í løtum síggja gøturnar uttanfyri St. James’ Park út sum ein skúlagarður.
Á tíðindafundinum eftir dystin er greitt, at er Liverpool venjarin, Roy Hodgson er kroystur. Hann setur seg í heita stólin og sær alt annað enn fegin út. Fyrsti spurningurin er um vánaligu gongdina á útivølli. Liverpool hevur bara vunnið ein dyst á útivølli, síðani Roy Hodgson kom til í summar.
- Hatta er ein einfaldur spurningur, men tað er ringt at geva eitt einfalt svar aftur. Tú má spyrja meiri nágreiniligt(?), sigur Roy Hodgson heldur óður.
Soleiðis heldur tíðindafundurin fram og ongin kann verða í iva um, at Roy Hodgson er ein kroystur maður í Liverpool, sum liggur á einum 9. plássi.
Dagurin á St. James’ Park byrjaði við óðum Newcastle viðhaldsfólkum, men eitt gott úrslit kann gera allan munin.
…………………..
Dagsins leikari:
Andy Carroll skoraði eitt flott mál og legði upp til hini bæði málini. Hann var vandamikil allan dystin ígjøgnum. Hann kann blíva tann næsta superstjørnan hjá Onglandi, sum hann hevur spælt í ár.