Ígjár var bókaframløga í B36-húsinum.
Árstalsfelagið markeraði, at nýggj søgubók er komin út um B36, ið nevnist "Her er tað stuttligt". Bókin umfatar í størstan mun árini 1997-2017.
Jákup Mørk hevur skrivað størsta partin av bókini. Hannis Egholm hevur skrivað partar av bókini.
Í upptaktssendingini hjá Rás2 ígjár fekk reportarin hjá Rás2, Petur Asbjørn Lervig orðið á formannin í B36, Rúna Herup Olsen, ið undirstrikar, at tað er sera týðandi at fáa søguna hjá B36 á prent nú tað mesta fer fram á netmiðlum, og tað kann fara at gerast torført at prenta nakað nevnivert í framtíðini.
Rúni Herup Olsen fegnast um, at B36 nú hevur tvey søguverk, ið viðgera 82 ára langu søguna hjá felagnum.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Rúna Herup Olsen ein hálvan tíma áðrenn dysturin millum B36 og KÍ fór í gongd.
Samrøðan Hilmar Jan Hansen gjørdi við Jákup Mørk um bókina "Her er tað stuttligt" í fyrrapartssendingini "Sjóðteim" á Rás2 hoyrist HER