Jógvan við Keldu
løgtingsmaður
??????????????????
Føroyski arbeiðarin og arbeiðsgevarin eru í sama báti, hóast teir av og á rógva ymiskliga. ? Báðir partar hava brúk hvør fyri øðrum, og tað skal sigast, at arbeiðsgevarin er ikki hálvkriminellur, sum formaður Føroya Arbeiðarafelags ofta vil gera hann til.
Flestu føroyingar hava onkuntíð verið tímaløntir, sum hava kent hvat tað vil siga at hava arbeiði ein dag, og so varð uppiløga við ongari løn.
Fyri fjøruti árum síðani var eg sjálvur tímaløntur í hálvtannað ár. Eg arbeiddi á Klaksvíkar Hermetikk. Hetta var um tað mundið, tá flakaskering tráddi sínar barnaskógvar.
Mær dámdi so mikið væl arbeiðið, at eg hevði hugsað mær at hildið fram, í øllum førum nøkur ár, men mær var boðið lærupláss á skrivstovu. Tað var orsøkin til at eg fór haðani.
Tímalønt ringast fyri
Eingin ivi er um, at tey, ið eru eina ringast fyri í samfelagnum hvat støðugum arbeiði og støðugari lønarútgjaldan viðvíkur, eru tey tímaløntu.
Nú hørðu orðini eru fallin millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur føroyska tjóðin ? øll sum hon er ? hugt at hesi syndarligu sjón.
Møguliga kann tað tykjast løgið fyri onkran, tá eg sigi, at arbeiðsgevarar og arbeiðarin eru í sama báti, hóast tað av og á verður róð ymiskliga.
Arbeiðsgevarin setur eitt virki á stovn. Til at hjálpa sær við at fáa hetta virki at ganga so avlop fæst bæði til vinning, konsolidering og til nýíløgur, spyr hann fólk, um tey hava hug at koma til arbeiðis. ? Tey, sum svara ja, fáa sína arbeiðsmegi goldna í løn.
At arbeiðsgevarin og arbeiðarin eru í sama báti, kom best til sjóndar, tá kreppan var í 1993 og 94 í Klaksvík, har allir partar ? arbeiðsgevarar, arbeiðarar, skiparar, maskinmenn og skipsfelagar annars og peningastovnur ? stóðu saman, og tað skal eisini verða sagt, at tað var ein sonn frøi hjá Klaksvíkar Býráði at standa sum samskipari og leggja høli til hjá hesum hugsjónarfólki.
Klaksvíkingar vunnu á kreppuni við at standa saman.
Tímalønta fólkið er ikki væl fyri. Tað veit ein og hvør, sum livir tætt upp at vinnuni.
Tjóðveldisflokkurin
ræðist skattalætta
Fyri at siga sum er, skilji eg yvirhøvur ikki Tjóðveldisflokkin, hvørja ferð hann noktar fyri einum skattalætta.
Hesir hava sungið upp í saman, at tað líkist ongum, at sjófólk okkara, sum livir eitt hart lív burtur frá familju síni, skal hava fingið ein skattalætta. ? Føroyingar, skiljið hetta hvør ið vil.
Nú ein nýggjur sáttmáli er gjørdur millum arbeiðsgevarar og arbeiðsmenn í Havnini og Klaksvík og kvinnur í Klaksvík, og seinni millum Føroya Arbeiaðrafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag, átti at verið lagt fyri Føroya Løgting, at ein skattalætti varð givin generelt lág- og miðalløntum. ? Um hetta ikki kom ígjøgnum, so hevði borið til at givið hinum tímalønta sersømdir.
Í hesum telduheimi við væl útbúnum fólki, áttu vit lættliga at kunna gjørt hetta. ? Eg havi mælt formanni fólkafloksins á tingi til, at vit gjørdu hetta nú, júst í hesum døgum, nú nýggjur sáttmáli er gjørdur.
Hinvegin sær tíverri út til, at formaður Føroya Arbeiðarafelags, Ingeborg Vinther, hevur ongantíð skilt týdningin av hesum ? til stóran skaða fyri arbeiðsfólkið ? og munin á, at lønarhækkan bert fer aftur til lands- og kommunukassarnar, meðan ein skattalækkan hevði farið reint og beinleiðis til fólkið og givið føroyska kappingarførinum ein stóran bata. ? Her má hugsast øðrvísi.
Hóast mótmæli frá Tjóðveldisflokkinum, hevur Fólkaflokkurin á tingi í seinastuni fingið ígjøgnum: 50 mill. krónur í skattalætta í ár, 40 mill. krónur næsta ár 40 mill. krónur í pensjónsgjaldi.
Sáa ikki mót í fólkið
Eg kann heldur ikki góðtaka, at Ingeborg Vinther ger okkara arbeiðsgevarar til hálvkriminellar. ? Teir eru tað vanliga ikki.
Tað harmar meg eisini, at okkara almennu fjølmiðlar eru so gjøgnumgrípandi vinstravendir. Hvussu ber hetta til? ? Dømini eru so mong.
Hesir báðir oman fyri nevndu partar sáa ikki mót í fólk okkara.
Lat meg til seinast siga føroysku arbeiðsgevarunum, at lønin hjá teimum tímaløntu er ikki avgerandi parturin, ið ger, at vit ikki eru frægari kappingarførir. ? Okkara samfelag er alment vorðið ov dýrt at reka.