Niðurleggið bara Skatta- og Avgjaldskærunevndina!

Grundin til at vit hava eina Skatta- og avgjaldskærunevnd er, at vanligi borgarin ókeypis skal kunna kæra skatta- og avgjaldsmál fyri at gera sín rætt galdandi, uttan at skula noyðast ta tungu og kostnaðarmiklu gongd í rættin. Borgarin kann tó til eina og hvørja tíð velja rættarinnar gongd, men tað er neyvan nakað, sum vanligi borgarin kann brúka til so nógv.

Um ein politiskt meinar nakað sum helst við Skatta- og avgjaldskærunevndini, so eigur TAKS at vera tvungið til at taka niðurstøðurnar hjá Skatta- og avgjaldskærunevndini til eftirtektar. Hetta hevur eisini verið tann vanliga uppfatanin millum fólk og helst eisini verið politiska fatanin. Og avgerðir hjá nevndini eru eisini fataðar sum endaligar innan fyrisitingina.

Verjan hjá Palliba og Marsannu er burtur, um ókeypis kærumøguleikin bert er ein táta, og tey noyðast í rættin við tilhoyrandi kostnaði, um avgerðin gongur TAKS ímóti. Sakarmálskostnaður merkir ikki nógv fyri tað almenna, men fyri ein einstakling kann tað skjótt gerast ov møtumikið at fara í rættin, og so verða tað bara tey vælbjargaðu og ressourcusterku, sum hava nakra verju móti mistøkum og skeivum avgerðum hjá TAKS.

Er hetta nakað, sum politikarar og fíggjarmálaráðharrin kunnu standa inni fyri reint moralskt og politiskt?

At TAKS formliga kann fara í rættin, merkir ikki, at tað er rætt at gera tað. Í hesum førinum undirmáar hetta alla skipanina við Skatta- og avgjaldskærunevndini.

Hvør avgjørdi at fara í rættin við málinum aftaná, at Skatta- og avgjaldskærunevndin kom við sínari greiðu niðurstøðu um mvg av skrásetingargjaldi av bilum? Var tað TAKS av sínum eintingum? Var tað Fíggjarmálaráðið? Var avgerðin politisk? Vit bíða eftir svari, og vit skulu hava svarið.

Onkur má taka ábyrgd og avleiðingar av hesum máli. Gamaní er støðan óheppin, og tað er tungt hjá landskassanum at skula gjalda omanfyri 100 milliónur útaftur til borgaran, men antin hevur heimildin verið har, ella hevur hon ikki verið har. Málið er svart ella hvítt, og Skatta- og avgjaldskærunevndin hevur talað.

Tað er ov bíligt av landstýrismanninum í fíggjarmálum bara at melda út, at hann hevur fult álit á, at TAKS fylgir teimum avgerðum sum rættarskipanin endaliga kemur til.

Landstýrismaðurin eigur at syrgja fyri, at TAKS fylgir teimum avgerðum, sum Skatta- og avgjaldskærunevndin endaliga kemur til. Vit tosa um eitt mál, sum ongantíð átti verið farið í rættarskipanina, og stundin er hjá Eidesgaard at seta punktum í málinum, heldur enn at senda svartaper víðari til ein komandi fíggjarmálaráðharra.

Vil hann ikki tað, so mátti hann í hvussu so er havt politiskan rygg til at avtikið Skatta- og avgjaldskærunevndina, tí at hon hevur einki endamál, um almennu Føroyar nokta at fylgja niðurstøðunum uttan rættarúrskurð.