Niður móti frostmarkinum

Hitin fellur alsamt og nærri vikuskiftinum verður í støðum stormur, umframt niður móti frostmarkinum onkrastaðni.

Týsdag og mikudag blæsir óstøðug luft við ælaveðri úr útsynningi. Fríggjanáttina fer eitt nýtt djúpt lágtrýst framvið av útsynningi.

 

Týsdagin verður gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s, av útsynningi og suðri, seinni andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s, av útsynningi. Stundum regn ella ælaveður. Hitin verður millum 4 og 8 stig.

 

Mikudagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og ælaveður. Um náttina regn og gul til stívt andøvsgul av útsynningi, sum snarar í ein vestan, 5 til 10 m/s. Hitin alt samdøgrið millum 4 og 9 stig.

 

Hósdagin verður lot til andøvsgul av vestri, 3 til 8 m/s, sum snarar í ein landsynning og øtlar upp í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Skýggjað og regn í støðum, seinni regn av útsynningi. Um náttina klárar í, tó verður okkurt æli. Strúkur í vindi upp í skrið av suðri, 13 til 18 m/s. Hitin millum 5 og 10 stig.

 

Fríggjadagin verður strúkur í vindi upp í skrið av suðri, 13 til 18 m/s, sum snarar í ein vestan og útnyrðing, í støðum øtlar hann upp í storm, 22 m/s. Skýggjað og ælaveður. Um náttina makar hann vindin niður stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, samdrigið og ælingur. Hitin millum 3 og 8 stig.

 

Leygardagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri, 10 til 15 m/s. Samdrigið og ælaveður og hitin milum 4 og 8 stig. Um kvøldið og náttina makar hann vindin niður í gul til stívt andøvsgul av vestri og útnyrðingi, 5 til 10 m/s. Skýggjað og yvirhøvur turt og hitin millum 2 og 6 stig, í støðum niður í frostmarkið

 

Sunnudagin verður lot til andøvsgul av ymsum ættum, 3 til 8 m/s, samdrigið og okkurt æli. Um náttina snarar hann vindin og ætlar upp í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av eystri, 10 til 15 m/s. Skýggjað og regn av útsynningi. Hitin millum 2 og 6 stig.