Niels Áki og Maibrit lyftu mest

Leygardagin skipaði Styrkisambandið á fjórða sinni fyri FM-kapping í olympiskari vektlyfting.

Serliga hjá monnunum var kappingin knallhørð, men triðja árið á rað eydnaðist tað Niels Áka Mørk at knógva kappingarneytunum í FM-kappingini í vektlyfting. Kappingin varð hildin í Finsen, har fjúrtan íðkarar tóku lut. Sjey kvinnur og sjey menn.

 

Kappast verður í Sinclair-stigum, har einstøku lyftini verða umroknað í mun til kropsvektina hjá einstaka lyftaranum. Soleiðis ber til at sammeta lyftini, hóast ein stóru lyftari gjarna lyftur munandi meira enn ein lítil lyftari.

 

Kvinnurnar kappaðust fyrst, og har var Maibrit Reynheim Petersen stórfavorittur. Maibrit vann eisini kappingina trygt, men tað var hugaligt at síggja, hvussu stór framstigini eru hjá ymsu lyftarunum. Ikki minst staðfesti Asta Egilstoft Nielsen síni framstig, tá hon setti nýggj met í bæði trekk og í vend & stoyt í vektbólkinum undir 64.

 

Jenny Persson gjørdist nummar tvey aftan fyri Maibrit, meðan Asta gjørdist nummar trý.

 

Hjá monnunum varð væntandi, at kappingin fór at standa millum Leif á Bøgarði og Niels Áka Mørk.

 

##med2##

 

Leif gjørdist herfyri fyrsti føroyski lyftarin, sum vann meira enn 300 Sinclair-stig. Niels Áki, sum upp til kappingina var lætnaður somikið, at hann fór ein vektbólk niður, gjørdi honum kynstrið eftir, og vann sær beint undir 307 stig.

 

Tí visti Leif, hvat hann skuldi røkka, tá tað var hansara tørn í vend & stoyt. Her eydnaðist Leif at lyfta 134 kilo í fyrstu royndini, men tá hann síðandi royndi seg við 137 kilo, eydnaðist tað ikki at fáa stongina seinasta pettið upp um høvd.

 

Leif mátti soleiðis taka til takkar við silvurmerkinum, meðan Sofus Bech gjørdist nummar trý. Næsta stóra avbjóðingin hjá føroyskari vektlyfting verður annað vikuskiftið, tá DM er á skránni.