Niels Petersen vitjar HM-radio á FM1 týsmorgunin

HM-radio er beinleiðis á FM1 millum klokkan 11 og 12

Mynd: ÍSF

Hvønn gerandisdag millum klokkan 11 og 12 er sendingin HM-radio beinleiðis á FM1.

 

Gestur hjá vertunum, Petur Jákup Heinesen og Rúna á Reynatrøð týsmorgunin verður litríki frásøgumaðurin hjá Televarpinum, Niels Petersen.

 

Til viðgerðar vera HM-dystirnir, ið vóru spældir mánadagin, og dystirnir sum skulu spælast týsdagin: 

 

Argentina-Saudi Arabia (klokkan 10), Danmark-Tunesia (klokkan 13), Meksiko-Póland (klokkan 16), og Frakland-Avstralia (klokkan 19).

 

Lurtararnir kunnu senda viðmerkingar og spurningar inn til sms-skipanina, ið hevur nummar 559999.

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo 

 

 

 

Mynd: ÍSF