Níggju fólk lótu lív í álopum á Kharkiv

Eftir at russiskar deildir vórðu riknar aftur uttan fyri næst størsta býin í Ukraina, Kharkiv, og gerandisdagurin í býnum so smátt var komin í gongd aftur, hava russar aftur skotið rakettir eftir býnum.

Níggju fólk lótu lív 19 vórðu særd, tá russar aftur fóru at skjóta rakettir eftir næst størsta býi landsins, Kharkiv. Nógv fólk eru komin aftur til býin, nú tað annars hevur verið rættiliga friðarligt seinastu tíðina.

 

Guvernørurin í Kharkiv-regiónini, Oleh Synegubov, skrivar á Telegram, at russar aftur hava skotið rakettir eftir býnum, og hann heitir á íbúgvarnar um at søkja sær skjól móti russiskum rakettálopum.

 

Sagt verður, at millum tey, sum lótu lív í russiska álopinum, var ein fimm ára gamal drongur og pápi hansara. Mamman er eisini álvarsliga løstað, verður lagt aftrat.

 

Ein lokalur tíðindamaður sigur, at tað var íbúðarøkið Pavlove Pole har norðuri í býnum, sum varð rakt. Roykur stóð upp úr økinum, og tíðindamaðurin sigur, at hann sá fleiri løstað við eina stongda keypsmiðstøð.

 

##med2##

 

Eftir at russiskar deildir gjørdu innrás í Ukraina hin 24. februar, var næst størsti býur landsins fyri hørðum álopum, og her vóru stórar oyðileggingar, bæði í býnum og í útriðjuni av býnum.

 

Russar stríddust, men megnaðu ongantíð at taka býin. Teir fingu harða mótstøðu frá ukrainskum herdeildum sum vardu býin væl. Seinni vórðu russisku deildirnar riknar úr økinum og heilt aftur til russiska markið.

 

Tað er tíðindastovan NTB, sum ber tíðindini um álopini á Kharkiv.

 

 

 

Kharkiv liggur bert nakrar kilometrar úr markinum til Russlands.